Bárður Oskarsson heiðraður fyri triðu ferð

Bárður Oskarsson hevur nú fingið sín triðja hvíta ravn.

 

Hvíti Ravnurin (White Raven) er ein heiður, ið Deutsche Jugengbibliothek gevur og er hann høgt í metum millum rithøvundar og myndaprýðarar

 

Hetta er triðu ferð, at Bárður Oskarsson verður heiraður við White Raven. Hesuferð fyri bókina Wilbert, í 2013 fyri bókina Stríðið um tað góða grasið og í 2006 fyri bókina Ein hundur, ein ketta og ein mús.

 

18. oktober ber til at síggja allan listan av teimum, ið verða heiðraði við White Raven á heimasíðuni hjá Deutsche Jugengbibliothek.

 

Bøkurnar hjá Bárði eru sera væl umtóktar um allan heim: Bókin Flata kaninin er nú givin út í sjey londum og seld í trimum londum aftrat: Bulgaria, Slovenia og Ungarn.

Stríðið um tað góða grasið er í uppskoti til Norðurlendska barna- og ungdómsbókmentaprísin 2016, rættindi til hana eru seld til Danmarkar og Noreg.

Seinasta bókin Wilbert, sum Bókadeildin gav út í ár hevur eisini fangað áhugan hjá útlendskum forløgum. Rættindi til hana eru seld til Danmarkar, Noreg og Kanada/USA.