23 ára gamli Bárður Olsen var í summar sera nær við at skifta úr EB/Streymi til B36, men onkursvegna varð hetta av ongum ta ferðina. Leygarkvøldið hevði B36 ársveitslu, og har kundi leiðslan í felagnum staðfesta, at skiftið hjá spælaranum nú er veruleiki. Og lítil ivi er um, at B36 við hesum hevur fingið góðan styrk til miðvøllin. Bárður hevur í EB/Streymi eisini røkt plássið á høgra bakki, men tað er sum miðvallari, at hann hevur spælt seg í landsliðshitan.