So er tað greitt, Bárður Olsen skiftir til AB! Í langa tíð hava søgur gingið um, at miðvallarleikarin hjá EB/Streymi, fór at skifta felagsliðið úr Sundalagnum út við AB í næstbestu deildini, og í kvøld er avtalan komin upp á pláss.
Bárður Olsen kom annars aftur til EB/Streym við kappingarársbyrjan, eftir at hava spælt eitt ár við B36. Men nú hevur víkarmaðurin valt at skifta til enn eitt høvuðsstaðarfelag.
Bárður Olsen hevur spælt 13 dystir fyri EB/Streym í ár og hevur skotið trý mál. Hann er eisini skrásettur fyri tríggjar A-landsdystir.