Millum mongu áskoðararnar í Gundadali í kvøld var Bárður Olsen úr EB/Streymi.
Tað var nú einki forgjørt í tí, men sum skilst vóru ørindini millum annað, at spælarin skuldi gera avtalu við B36.
Bárður, sum fram til í fjør var fastur maður á miðvøllinum hjá EB/Streymi, varð í fjør og eisini í ár nógv nýttur á bakkplássinum, og sum skilst er tað ein støða, sum skot- og kropssterki spælarin ikki hevur trivist serliga væl við.
Enn er skiftið ikki váttað í B36, men tað hendir væntandi fríggjadagin.