Bárður Olsen aftur til B36

Bárður Olsen, sum í fjør var ein av stuðulsspælarunum hjá B36, verður aftur komandi kappingarár at síggja á meistaraliðnum

– Eg treivst øgiliga væl í felagnum, og tað er eingin ivi um, at eg gleði meg at koma aftur til felagið, sigur Bárður, sum í ár hevur spælt fyrst við EB/Streymi og síðani AB, við B36-heimasíðuna.
Hann sigur tað hava nógv at siga, at hann kann spæla við einum toppliði, sum við meistaraheitinum í ár vísti, at tað er tað sterkasta í landinum.
– Nú vil eg fegin vera við til at endurvinna gullið í 2012, sigur Bárður Olsen, sum er kendur fyri bæði sínar neyvu sendingar og síni drepandi langskot.
Sum spælari kann Bárður røkja øll pláss á miðvøllinum og í høgra borðið. Hann hevur nakrar av bestu sendingum í landinum, og meira enn ta einu ferðina hevur hann langað bóltin í netið við dundurskotum útifrá.