Flogbóltur
Sum vit nevndu í síðstu viku, kann føroyski landsliðsleikarin Bárður Bendix Mikkelsen ikki spæla við felagnum hjá sær, Holte IF, í Europa Cup
kappingini, sum verður í næstum.
Men tað merkir sjálvandi ikki, at hann ikki kann hava ein leiklut í fyrireikingunum til Europa Cup. Sunnudagin spældi hann triðja sett, tá Holte vann 3-0 (25-22, 25-17, 25-23) móti DHG Odense á heimavølli.
Dysturin var javnur, men Holte hevði yvirvág alla tíðina og hevði eisini ráð til at royna ymiskt taktiskt sum fyrireiking til Europa Cup.
Næsti dystur hjá Holte verður longu í kvøld í Århus móti Skovbakken. Dysturin er framskundaður orsakað av Europa Cup-luttøkuni hjá Holte komandi vikuskifti. Dysturin móti Skovbakken verður tann seinasti hjá Holte í grundspælinum. Teir hava longu tryggjað sær pláss í endaspælinum.
Støðan áðrenn seinasta umfar í grundspælinum, har seks tey bestu fara víðari í endaspælið, er annars tann, at HIK Aalborg er fremst við 16 stigum, og síðani koma Holte við tólv stigum, Gentofte Volley eisini við tólv stigum, Skovbakken við tíggju, DHG Odense og Marienlyst Volley við átta, Middelfart VK við seks, Lyngby Volley við fýra, og niðast eru Bedsted KFUM og BVC Esbjerg við tveimum stigum í part.