Bárður og Marienlyst vunnu

Enn einaferð eydnaðist tað leygardagin Bárði Bendix Mikkelsen og teimum í Marienlyst at vinna steypafinaluna í donskum flogbólti

Fjórða árið upp í slag vann Marienlyst leygardagin donsku steypa­finaluna í mans­flogbólti, og aftur í ár var tað millum ann­að við Bárði Bendix Mikkelsen á síðu­linjuni, tí hann er hjálpar­venjari og talent­menn­ari hjá felagnum.
Marienlyst, sum Bárður eisini umboðaði tey síðstu árini sum spælari, hevur síðani 2005 verið risin í donsk­um mansflogbólti, tí hesi árini hevur liðið sjey ferðir vunnið danska meistara­heitið, sjey ferðir steypa­kappingina og tríggjar ferðir norðurlendska meistaraheitið fyri feløg.
Finalan framman fyri 1.500 áskoðarum í Odense Idrætshal vardi í tveir tímar, og tað endaði við, at Marienlyst vann 3-1 á Gentofte. Settúrslitini vóru 25-27, 25-22, 25-17 og 25-20.
Næsta stóra av­bjóð­ingin hjá Bárði og teim­um í Marienlyst verður viku­skiftið 31. januar til 2. februar, tá finalu­umfarið í kapp­ingini um norðurlendska meistaraheitið skal spælast í Marinlystcentret, har Marien­lyst og Middelfart eru við úr Danmark, Nyborg úr Norra og Falkenberg úr Svøríki.