Bárður og Óli hava skrivað lag til kendar diskarar

Tey flestu ungu kenna nokk diskaran Nicky Romero, og tað er hansara plátufelag, sum hevur givið nýggja lagið út

Plátufelagið hjá heimskenda diskaranum Nicky Romero, gav í gjár lagið “Never Wanna Let You Go”. Føroysku Óli Jógvansson og Bárður Háberg, sum saman hava tónleikafyritøkuna Baroli Music, hava skrivað lagið saman við Kirsten Gundersen og Pascal Nanlohy. Harumframt syngja teir báðir føroyingarnir bakgrundsrøddir, og Bárður Háberg spælir guitar á lagnum.

Framleitt hava hollendsku diskararnir Kill The Buzz og Jimmy Clash, sum báðir eru rættiliga aktivir á DJ-pallum kring heimin. Sangari er Van Jay.

Hoyr lagið her:

##med2##

Baroli Music er føroysk tónleikafyritøka, sum framleiðir tónleik til útlendskar tónleikarar og sangarar. Teir framleiða tónleik til sangstjørnur úti í heimi. Teir hava lagt seg eftir at skriva løg sum eru íoyrafallandi og lætt kunnu gerast hitt. Teir hava m.a. framleitt tónleik til poppstjørnur í USA, Japan, Italia, Korea og Kina.