Bárður og einabúgvin

Navnframi føroyski myndamaðurin Bárður Eklund hevur havt eina ógvuliga áhugaverda myndaframsýning í smiðjuni í Lítluvík í sambandi við Listastevnuna.

Framsýningin hjá Bárði Eklund er ein myndarøð, har føroyski myndamaðurin hevur verið og vitjað 90 ára gamla einabúgvan Svend, sum býr einsamallur í einum gomlum, niðurslitnum húsum beint við Gudenánna í Jútlandi.

Sorg køvdi lívsgleðina
Søgan um Svend byrjar undir øðrum heimsbardaga, tá ið Svend og unnusta hansara, Karen, keypa húsini við ánna. Karen, sum var virkin í donsku mótstøðurørsluni, verður tó skotin og doyr, og tá ið tað hendir, fellur Svend fullkomililga í fátt.
Svend er ongantíð komin fyri seg eftir deyða Karens, og hann hevur ongantíð gjørt nakað sum helst við húsini, sum tey keyptu saman á sinni. Tað merkir, at húsini framvegis standa uttan nakra vesið til dømis og ikki hava vatn lagt inn, og alt møguligt órudd hópar seg upp bæði innan og uttan.
Í myndum sínum lýsir Bárður Eklund gamla einabúgvan og heimið hjá honum, og hvussu gerandisdagurin hjá Svend er í dag.
Á myndunum sæst, hvussu Svend situr kroystur millum alt møguligt órudd, men eisini nógvar lutir, ið hava nógv at siga fyri hann. Eitt nú mynd av Karen, ið var dansigenta. Somuleiðis er ein rúgva av útstappaðum fuglum partur av heiminum hjá Svend. Hetta eru fuglar, sum Svend sjálvur hevur fangað og stappað út.
Myndirnar vísa eisini, at tíðin ikki hevur so nógv at siga hjá Svend, tí á borðinum og á vegginum eru tað avísbrot úr sjeytiárunum, ið eru at síggja.
Myndarøðin hjá Bárði Eklund var spennandi, og áhugavert var at síggja, hvussu evnaríki myndamaðurin hevði valt at fáa samspæl millum motiv og ljós.