Tað hevur gjørt ein ógvuliga stóran mun, at fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin hjá Sambandinum, Bárður Nielsen, hevur gjørt av at fara upp í politikk aftur.
Sambandsflokkurin fekk heiklar 218 atkvøður í Vestmanna móti 178 við seinasta fólkatingsval, og tað svarar til eina framgongd á 12,3%.
Bárður Nielsen fekk heilar 128 av teimum 218 atkvøðunum, sum flokkurin fekk tilsamans. Edmund Joensen var næstur á lista B við 34, meðan Kaj Leo Johannesen fekk 25 atkvøður.
Tað Tjóðveldi, ið hevur mist atkvøður til Sambandið. Afturgongdin hjá lista E svarar til framgongdina hjá B, -12,2%.
Fólkaflokkurin fer eitt vet aftur (-2,1%), Javnaðarflokkurin + 0,6%.










