Bárður Nielsen: Búskapurin siglir

- Vit hava eina veika politiska leiðslu og onga yvirornaða stýring, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum

Føroyar eru ikki á veg til nakað búskaparligt sjálvbjargni, og samgongan hevur nakrar óforsvarligar ætlanir um loysing.

Tað heldur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, sum finnist at búskaparpolitikkinum hjá samgonguni, sum hevur lagt fíggjarlógaruppskotið fyri 2017 fram.


- Samanumtikið gevur uppskotið eitt avlop uppá einans 112 mió.kr. í 2017. Hetta sigur so mikið, at tað skulu sera smáar broytingar til í inntøkum og útreiðslum fyri, at vit aftur enda við einum halli í 2017, og skulu til at økja skuldina. Hetta skal síggjast í mun til, at vit í Føroyum hava bestu búskaparligu tíðir við búskaparvøkstri og sera lágum arbeiðsloysi, sigur Bárður á Steig Nielsen.

 

- Við hesum fíggjarlógaruppskotinum er ikki pláss fyri avdráttum til at gjalda niður skuld.Við hesum fíggjarlóginum er heldur ongin vón um yvirtøkur.

 
Formaðurin í Sambandsflokkinum heldur, at Føroyar hava eina veika politiska leiðslu, onga yvirornaða stýring, og búskapurin siglir.

 

- Rakstrarútreiðslurnar eru í galloperandi vøkstri og vaksa við 3-4% seinastu tvey árini, svarandi til góðar 300 mió.kr. Samgongan hevur sostatt við hesum uppskotinum ikki megna at tálma ella steðga útreiðsluvøkstrinum, hóast hetta hevur verið mantraði hjá samgonguleiðarunum gjøgnum árið, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Mikudagin fer løgtingið undir at viðgera fíggjarlógaruppskotið.