Bárður nýggjur landsliðsvenjari

Flogbóltssambandið hevur sett Bárð Bendix Mikkelsen sum nýggjan venjara hjá manslandsliðnum í flogbólti, sum í summar skal royna seg í EM-undankappingini fyri smátjóðir

Nú næsta uppgávan hjá manslandsliðnum í flogbólti er farin at nærkast, sum er EM-undankappingin fyri smátjóðir á Kypros í summar, hevur Flogbóltssambandið eisini gjørt avtalu við 37 ára gamla Bárð Bendix Mikkelsen, sum sostatt verður nýggjur landsliðsvenjari hjá monnunum.
Bárður tekur við landsliðsvenjarastarvinum á páskum, tá fyrstu venjingarnar eisini verða, og síðani skal hann fyrireikað liðið til kappingina á Kypros.
Talan er um ein royndan mann, Flogbóltssambandið hevur fingið at staðið fyri manslandsliðnum, tí umframt at hava spælt 77 landsdystir fyri Føroyar, hevur Bárður verið í fremstu røð í bæði føroyskum, norskum og ikki minst donskum flogbólti, har hann tilsamans hevur spælt yvir 400 dystir. Hann hevur spælt við Marienlyst og Holte í Danmark, umframt Tromsø í Norra.
Hann gavst sum spælari í 2009, men tá hevði hann upplivð alt tað, sum upplivast kann sum flogbóltsspælari í bestu donsku deildini, tí við Marienlyst, ið hann sjálvur hevði verið við til at spælt upp í bestu deildina, fekk hann eitt brak av einum seinasta kappingarári.
Tí kundi hann enda tíð sína sum elituspælari við at vinna bæði danska meistaraheitið, donsku steypkappingina og norðurlendska meistaraheitið fyri feløg.
Síðani hann gavst sum spælari, hevur Bárður verið knýttur at Marienlyst sum venjari og hjálparvenjari, og niðri hevur hann eisini verið við til at vant donsk ungdómslandslið.