Sterku sjónirnar frá barnaárum er gjøgnumgangandi tema á framsýning hjá Bárði Jákupsson, ið letur upp í Listahøllini á skipasmiðjuni í dag
36 oljumálningar og 17 vatnlitsmyndir eru í løtuni við at umskapa hvítu veggirnir í Listahøllini á Skipasmiðjuni til eitt satt sansaálop av litum og skapum.
Tað er listamaðurin Bárður Jákupsson, sum í dag fer at sýna fram sínar nýggjastu málningar.
Gjøgnumgangandi temaið á framsýningini er upplivingar í føroysku náttúruni sæð við barnaeygum, har kenslan av at vera tikin av fótum av tí stórbæra ofta gongur aftur.
- Sum vaksin gerst tú so vanur við tað, tú sært, at tú ofta ikki sært tað longur. Kanska er tað tí, eg í listini eri farin at leita aftur til sjónirnar frá barndóminum, tá alt enn var nýtt, sigur Bárður Jákupsson.
Sjálvur lýsir listamaðurin sínar myndir sum brotmyndir, ið so við og við kanska kunnu flætta saman tað heilt fínu náttúruupplivingina.
Framsýningin, ið hevur heitið ?Lendið?, er at síggja í tíðarskeiðnum frá 18. januar til 10. februar