Bárður í Leikalund

Í oktober mánaða sýnir Bárður Oskarsson fram 7 av sínum málningum í Leikalund í Klaksvík. Bárður hevur millum annað myndprýtt bókina Ein hundur, ein ketta og ein mús, sum nú verður útgivin í Fraklandi


Bárður er føddur í 1972, og umframt at verða teknari og málari, er hann eisini rithøvundur. Hann hevur málað síðani 1985, og teknað barnabøkur síðan 1986. Um málningarnar hjá Bárði kann sigast, at teir onkuntíð mynda fólk, onkuntíð kanska og onkuntíð als ikki. Málningarnir eru einklar myndir, vektleys rúm og verur av ymiskum bræði.
 Bárður Oskarsson hevur áður tikið lut á fylgjandi framsýningum:
Ólavsøkuframsýningin, 1992, 1995 og 1998-2004
Várframsýningin 2003, 2004 og  2005
Bryggen 2004
Føroyingahúsið í Keypmannahavn 1994, 1995 og 2002
Smiðjan í lítluvík 2002 og 2003
Cafe Jonas í Keypmannahavn 2004
Christiania í Keypmannahavn 2005
Baarse Bibliotek í 1994
 
Framsýningin verður at síggja allan oktober mánaða-
 
Opið er:
Mánadag til fríggjadag: 10.00-23.00
Leygardag: 10.00-13.00 og 19.00-23.00
Sunnudag: 19.00-23.00