Bárður klárur til danska steypafinalu

Sunnudagin verður steypafinalan í donskum flogbólti spæld í Odense. Liðini í finaluni eru Marienlyst og Aalborg HIK.

 

Ein av spælarunum hjá Marienlyst er føroyingurin Bárður Bendix Mikkelsen.

 

- Vit hava góðar vónir til finaluna. Vit hava júst spælt ímóti Aalborg HIK og vunnið á teimum, og vit hava eisini vunnið aðrar tættar dystir ímóti teimum fyrr í hesari kappingini, sigur Bárður B. Mikkelsen við Rás2.

 

Tey, sum hava hug at fylgja steypafinaluni í flogbólti í Danmark, kunnu lurta eftir Radio3 umvegis internet. Har verður sagt frá finaluni. Heimasíðan hjá útvarpsstøðini er www.radio3.dk, og dysturin byrjar sunnudagin klokkan hálvgum trý.