Í hesum døgum sýnir Báður Jákupsson, listamaður, fram olju- og vatnlitsmálningar í Listahøllini á Skipasmiðjuni í Havn.
Framsýningni hjá Bárði Jákupssyni lætupp sunnu0dagin, og hon verður opin fram til 13. februar. Hetta er aðru ferð, at Báður Jákupsson sýnir fram einsamallur í Listahøllini, har fleiri onnur listafólk eisini javnan sýna fram.
Hesaferð er talan um stóra framsýning av oljumálningum og vatnlitamálningum.
Framsýningin er opin fríggjadag til sunnudag frá klokkan 14 til 18 og mikudag frá klokkan 17 til 20.