Framsýningin er opin til mánadagin 23. septembur – hvønn yrkadag, frá klokkan 15 til kl 17:30, leygardag frá klokkan 11 til kl 13.
Á sýningini verða oljumálningar og vatnlitsmyndir.
– Bárður Jákupsson hevur gjørt nógv gott fyri føroyska list, bæði við penslabørnum sínum, í skrift, orð og talu. Hann hevur t. d. mangan latið tað føroyska málið í ein listaligan búna, so hetta hevur borið tí frumgróðnu, føroysku listini uppi í blaðgreinum, bóklingum og listabókum, skriva fyrireikararnir.
Teir siga víðari, at hetta er honum til mikla tign og miklan sóma og øðrum at gagni. Í hesum døgum fer list hansara at prýða veggirnar í Ribarhúsi við strokum úr bergmálmi, syllum, steinum, hellum, steinamosa, mosabøkkum, torvum, grýti og fjørulutum. Hetta er ein partur av listaliga skaldskapi hansara og ein sjón fyri eygað.