Leygardagin 22. november lat Bárður Jákupsson, listamaður, upp eina málningaframsýning í Listaskálanum. Í sambandi við framsýningina bleiv ein bók um listamannin Bárður Jákupsson løgd fram.
Bárður Jákupsson fyllir 60 ár tollaksmessudag. Í hesum sambandi hevur hann sett eina stóra farmsýning upp í Listaskálanum við nýggjum oljumálningum og vatnlitamálningum. Hetta er størsta stakframsýning, ið verið hevur í Lístaskálanum. Framsýningin sýnir mangt av tí, sum Báður gjøgnum árini hevur teknað og málað.
Í sambandi við framsýningina, sum í 2004 eisini skal setast upp í Randers Kunstmuseum, Vendsyssel Kunstmuseum og Bornholms Kunstmuseum, gevur danska forlagið ATLANTIA út bók um listamannin við heitinum "Bárður Jákupsson det vertikale landskab". Bókin varð á fyrsta sinni løgd fram í Listaskálanum leygardagin, tá ið framsýningin lat upp.
Bókin er 150 blaðsíður, við tekstum eftir Gunnar Hoydal, skald og rithøvund, Finn Termann Frederiksen, stjóra fyri Randers Kunstmuseum,
Peter Michael Hornung, listafrøðing og ummælara á Politiken og Erik Fey, forleggjara. Litmyndirnar eru 195 í tali. Bókin er skrivað á donskum.









