Bárður Jákupsson aftur settur sum savnsleiðari

Nevnd fyri Listasavn Føroya avgjørdi á fundi 2. november 1999 at seta sitandi savnsleiðara á Listasavni Føroya, Bárð Jákupsson, sum savnsleiðara í enn eitt fimm ára skeið.

Listasavn Føroya er ein sjálvsognarstovnur, sum verður stjórnaður av eini fýra manna nevnd, mannað við umboðum frá Felagnum Føroysk Myndlistafólk, Listafelag Føroya, Tórshavnar Býráð og Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, sum eisini hevur formanssessin.

Sambært viðtøkunum fyri Listasavn Føroya verður leiðarin settur í eitt fimm ár skeið. Leiðarastarvið verður tískil lýst leyst at søkja fimta hvørt ár, og er tað nevndin, sum setir leiðaran.

Hesaferð vóru tríggir umsøkjarar til starvið. Umsóknirnar verða sambært viðtøkunum latnar Felagnum Føroysk Myndlistafólk og Listafelag Føroya til ummælis. Bæði feløgini innstillaðu verandi savnsleiðara, Bárð Jákupsson, sum nummar eitt.

Nevnd Listasavn Føroya tók undir við tilmælunum, og verður Bárður Jákupsson savnsleiðari á Listasavni Føroya í enn eitt fimm ára skeið. Skeiðið byrjar 1. januar 2000, sigur nevnd Listasavns Føroya.