Bárður tók studentsprógv í Havn í 1962 og var so á Askov í eitt ár. Hann tók læraraprógv í Hjørring í 1969 og gekk á Listarháskúlanum í Keypmannahavn 1970-72.
Heimafturkomin var hann lærari á Háskúlanum í 6 ár. Hann var eisini savnslærari á Fornminnissavninum 1974-89 og blaðstjóri á tí sera væl umtókta fornfrøðiliga tíðarritinum Mondli 1975-90.
Bárður fekk starv í Listaskálanum í 1978 og var síðani leiðari á savninum í mong ár, til hann fór frá fyri kortum. Eisini hevur hann verið savnsleiðari fyri Listasavni Føroya síðani 1989. Hann er ein av okkara kendastu listarmonnum og ætlar í størri mun enn áður at halga seg málaraarbeiðinum, nú hann er farin úr starvi í Listaskálanum.
Hann hevur myndprýtt hópin av bókum og mong frímerki eisini. Haraftrat hevur hann skrivað nógv um list, m.a. eina bók um listarmannin Mikines.
Í 1967 giftist Bárður við Hervør frá Gjógv, og tey eiga tríggjar synir: Róaldur 1974, Sveinur 1976 og Heðin 1980.