POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Beinanvegin sum nýggjar samráðingar fóru í gongd, byrjaðu ymsar søgur at ganga. Ein teirra var, at fær Sambandið fíggjarmál, verður nýggi fíggjarmálaráðharrin Bárður Nielsen. Men hesum vísir Bárður sjálvur aftur.
- Eg fór burtur úr politikki fyri hálvumøðrum ári síðani, og tað verður ikki í bræði, at eg fari uppí aftur. Hvat so hendir einaferð í framtíðini ber ikki til at siga nakað um, sigur Bárður Nielsen.
Hann sigur, at hann hevur tosað við leiðaluna í Sambandsflokkinum, men har er eingin ábending komin um, at flokkurin ynskir at fáa hann út í Albert Hall.
- Tað, at eg havi tosað við flokkin, er av berum forvitni og einki annað. Míni boð hava verið rímiliga greið allan vegin ígjøgnum hesum viðvíkjandi, sigur Bárður Nielsen.
Henda leysasøgan er sjálvandi eisini upp á forkant við veruleikan, tí sambært teimum trimum floksformonunum er einki avgjørt enn um nakað málsbýti, og tí er heldur ikki víst, at Sambandsflokkurin fær fíggjarmál.
Men undir øllum umstøðum vísir Bárður greitt aftur, at hann er eitt møguligt fíggjarmálaráðharraevni hjá Sambandsflokkinum.
Bárður Nielsen. Ikki eitt evni sum fíggjarmálaráðharri










