Bárður hitti Løkke

Formaðurin í Sambandsflokkinum og danski forsætismálaráðharrin hava fundast

- Sambandsflokkurin og Vinstri eru á felags kós, tá ið talan er um Ríkisfelagsskapin. Okkara millum er full semja um at styrkja felagsskapin og at menna samstarvið til gagns fyri øll trý londini í felagsskapinum.

 

Hetta sigur Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, ið hevur hitt Lars Løkke Rasmussen, ið er forsætisráðharri í Danmark og formaður í flokkinum Vinstra.

 

Á fundi í Forsætismálaráðnum skiftu teir orð um týðandi, aktuel politisk mál av felags áhuga.

 

- Meðan summi í politiska landslagnum bert síggja forðingar, hava flokkar okkara í staðin fokus á møguleikar fyri samstarvi og felags úrslitum, sum Ríkisfelagsskapurin gevur okkara londum. Hetta er leiðin, sum gevur øllum føroyingum enn fleiri møguleikar, sigur Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.