Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at Bárður Olsen var millum møguligu debutantarnar í dystinum. Hetta var tó ikki heilt rætt. Bárður Olsen hevur nevnliga eina ferð áður verið á vøllinum í landsliðshøpi. Tá Føroyar tann 14. mai spældu venjingadystr móti Póllandi, loysti Bárður Fróða Benjaminsen av eftir 62 minuttum. Hinvegin var talan í gjár um fyrsta dystin, har Bárður Olsen hevur verið millum teir fyrstu ellivu á A-landsliðnum.