Hetta gjørdi hann saman við Marienlyst Volley, sum uttan teir heilt stóru trupulleikarnar vann 3-1 á Aalborg HIK í seinna finaludystinum teirra millum.
Settúrslitini í dystinum gjørdust 25-22, 22-25, 25-16 og 25-18.
Fyens Stiftstidende skrivar á netúgávu síni, at Marienlyst gjørdi eina rúgvu av mistøkum í øðrum setti, men at teir í aðrar mátar høvdu fult tamarhald á dystinum.
Fyrru finaluna vann Marienlyst eisini 3-1, og tí er altso ikki neyðugt við einum triðja finaludysti.
Talan er um seinasta árið hjá Bárði Bendix Mikkelsen á donskum elitustøði. Og ikki kann sigast annað enn, at úrtøkan hevur verið góð. Við byrjan av kappingarárinum vann Marienleyst norðurlendska meistaraheitið. Fyri stuttum vann liðið steypafinaluna og nú eru teir altso eisini danskir meistarar.