Bárður í Gallerie Focus

Fríggjadagin letur ein fram­sýning við verkum hjá Bárði Jákupsson upp í Galerie Focus í Lamb­a­gerði 1 í Havn.

Málningalist hans­ara kenst av einum hug­burð­i til litir, ið er knýt­t­ur at vøkstri og grøði í teirri sans­aðu náttúruni, og fríð­ari og rytmiskt liv­andi pensilsskrift, sum - stílistiskt og gra­f­o­lo­g­iskt - eyðkennir bæði list­a­mans­ins mensku megi og fína mus­i­kal­i­tet. At kalla Bárð Ják­ups­son abstraktan hevði ver­ið tað sama sum at av­dúk­að tørv­andi kunn­leika til teir nátt­úr­u­runnu formar og liti­r, ið umgeva hann í ger­and­is­degnum, og sum stað­i­liga geva hon­um í­blást­ur, sjálvt tá ið hann hev­ur teir ikki fyri eygu­num í mála­ra­verk­s­tað­num, framm­an fyri myndafótinum. Og at rópt hann mod­er­n­ist hevði verið at skúgv­að til viks hans­ara sam­skifti við máln­ings­ins á­støð­i­ligu fram­burðs­møg­u­leik­ar.
Bárð­ur Ják­ups­son er eks­press­i­oni­stu­r efti­r nátt­úr­u­nnar treytum, og hann kennir sum fáur møg­u­leikan hjá pen­sils­strok­u­num til at tala við kall­i­graf­isk­um máli, til bæði at sleppa tí gamla heiminum og av­dúka ein nýggjan. Tvey sløg av náttúru møt­ast í listini hjá Bárði Jákupssyni: mál­n­ings­ins náttúra - og Føroya, og tær eru felags um at vera í sterkari rørslu og støð­ug­ari broyting.
Pet­er Michael Hornung úr bókini Myndlist í Før­oy­um, 2000
Framsýningin verð­ur opin til 7. jjuni, týs­dag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18.