Bárður á fund við Fíggingargrunnin

Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur higartil havt ta fatan, at Fíggingargrunnurin hevur fylt løgtingssamtyktini til punkt og prikkar. Bárður Nielsen viðgongur, at avgerðin hjá Jóhannus Egholm Hansen kom óvart á hann, og sigur tað vera óheppið so tætt upp undir einskiljingina. Tí hevur hann kallað inn til fundar í dag

– Sjálvandi havi eg reagerað upp á fráboðanina hjá Jóhannus Egholm Hansen. Tað gjørdi eg longu, tá tíðindini frættust í gjár við at biðja um fund við Fíggingargrunnin á middegi í dag, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður, tá vit spyrja um hansara viðmerkingar til, at næstformaðurin í nevndini hjá Føroya Banka, Jóhannus Egholm Hansen, nú tekur seg aftur úr nevndini.
– Eg havi alla tíðina lagt dent á, at samtyktin skal fylgjast, og ta er eisini mín fatan, at hetta hevur verið gjørt til punkt og prikkar, staðfestir Bárður Nielsen.

Kom óvart á hann
Bárður Nielsen viðgongur, at tíðindini komu óvart á hann.
– Eg havi havt ein varuga av, at arbeiði hevur koyrt rættiliga væl, fyri at siga sum er, og tí kom tað óvart á meg, tá eg hoyrdi tíðindini í gjár, sigur Bárður Nielsen.
Hann sigur eisini, at tað er óheppið við eini slíkari fráboðan so tætt upp undir einskiljingina, men metir kortini ikki, at tað fer at ávirka samlaða søluvirði hjá bankanum.
– Nei, tað meti eg ikki. Tað er einki óvanligt við stórum rembingum í støðum sum hesum, tað hava vit sæð aðrastaðni eisini, heldur Báður Nielsen, sum metir, at tað er potentialið hjá bankanum sum er avgerandi fyri prísin.
Annars segði landsstýrismaðurin, at hann illa gjørt ítøkiligar viðmerkingar til málið, fyrr enn eftir fundin við Fíggingargrunnin á middegi í dag, sum jú var eftir evstamark at okkara var farið.