Bárður fer til Tromsø

Komandi kappingarár verða Rúni Weihe og Bárður B. Mikkelsen liðfelagar í Tromsø, har ætlanin er at endurvinna norskt gull í lands- og steypakapping

Eftir átta ár í danska Holte fer Bárður Bendix Mikkelsen nú at leita sær nýggjar avbjóðingar innan flogbóltin.
Sjálvur sigur Bárður, at hann hevur havt hug at royna nakað annað. Ikki minst, nú tilveran í Holte ikki hevur verið heilt so stuttlig seinastu tvey árini.
- Tað sigur seg sjálvt, at tað hevur verið eitt sindur møðsamt seinastu tíðina. Eg havi spælt í felagnum í átta ár, og millum annað vóru vit eitt skifti í hvørjari einastu finalu í tvey og eitt hálvt ár. Síðani hevur felagið skrúvað niður fyri ambitiónunum, og seinastu tvey árini hava vit ikki so mikið sum verið partur av endaspælinum, sigur Bárður.

Vitjaði Rúna
Ikki heilt óvæntað, so er tað Rúni Weihe, sum hálvgum hevur formidlað sambandið millum Bárð og Tromsø. Eitt samband, sum kom í lag, efitr at Bárður var og vitjaði Rúna fyri stuttum.
- Tá tosaðu vit um møguleikan fyri, at eg kundi koma upp har at spæla. Nakað sum teir eisini høvdu áhuga í, tá teir bara hava ein fastan hevara, sum hartil hevur verið nógv skaddur. Teir ringdu so aftur til mín, og so havi eg kanna, hvussu hetta best kann gerast.
Men tað er væl ikki so, at tú bara skalt spæla flogbólt í Noreg?
- Nei. Men eg havi fingið orlov frá vanliga arbeiði mínum, samstundis sum eg havi fingið praktikkina í lesnaðinum, sum eg taki við síðuna av, lagda í Noreg. Allir hesir lutir komu upp á pláss beint undan oyggjaleikunum, og so er avtalan gjørd, sigur Bárður.

Fara eftir gullinum
Og er tað strembanin eftir gulli og æru, sum Bárður leingist eftir, so tykist Tromsø at vera rætta staðið at koma til í so máta. Støðið er á leið tað sama, sum tað er í danska oddinum, og Bárður sjálvur ivast ikki í, hvar málið skal setast.
- Felagið vann jú greipuna fyri tveimum árum síðani, men í fjør taptu teir báðar finalurnar. Nakað av útskifting hevur verið á liðnum í summar, men málið er heilt greitt at fara eftir tí, sum vinnast kann.
Og í hesum royndunum verða tað altso tveir føroyingar, sum skulu hava týðandi leiklutir komandi kappingar. Hvørt talan so eisini kann gerast um norskt gull til Bárð, eftir at hann eisini hevur havt hendur á danska gullinum, er ein onnur søga. Ein søga, sum helst ikki verður svarað fyrr enn komandi vár.