Flogbóltur
Eftir at hava havt sín leiklut í bæði donskum og norskum flogbólti ætlaði Bárður annars at gevast við flogbólti á hægsta stigi. Hetta eftir eitt ár í Middelfart, har talan gjørdist um eitt bronsu- og eitt silvurmerki.
Nú er tó greitt, at Bárður í øllum førum tekur eitt tørn afturat. Bárður hevur áður spælt við Marienlyst, tá felagið flutti upp í bestu donsku deildina í 2001, og hann gleðir seg til at taka enn eitt tørn við felagnum, sum í vár gjørdist greipuvinnari.
- Eg havi valt at gera ein eitt-ára sáttmála við felagið. Serliga hevur tað verið kombinatiónin, aftur at sleppa at spæla Europa Cup og møguleikin at vinna DM, sum hevði størstu ávirkanina á mína avgerð. At vinna DM er tað einasta eg mangli at vinna í donskum flogbólti eftir at hava vunni steypakappingina og fingið fleiri silvur í DM í mínari tíð í Holte IF.
- Liðið virkar ógvuliga sterkt aftur í ár við fleiri donskum landsliðsleikarum og útlendskum profilum. Mín leiklutir á liðnum sum ein av hevarunum verður at stýra skjóta álopsspæl okkara, sum Marienlyst í nógv ár hevur verið kent fyri, sigur 31 ára gamli Bárður Bendix Mikkelsen.










