Nú er tað greitt, at tað verður uttan roynda og stinna vongverjan í høgru, 24 ára gamla Bárð Hansen, at Víkingur skal spæla steypafinalu, og at Víkingur skal royna at vinna FM.
In.fo bar fyrr í vikuni tíðindini um, at Bárður J. Hansen var í samráðingum við Fremad Amagar, og tá segði Víkinga venjarin Sámal Erik Hentze, at hann kalkuleraði við, at Bárður fór ikki at spæla við Víkingi eftir summarsteðgin.
Fríggjakvøldið boðaði Fremad Amager frá, at felagið hevur tryggjað sær Bárð Hansen næsta kappingarár, og venjarin, John Faxe Jensen er væl nøgdur:
-Bárður er agressivur, hann arbeiðir nógv, hann spælir væl á høgra bakki, og hann er álopshugaður. Eg rokni hann at vera kompetentan og nýmótans vongverja, ið passar sum fótur í hosu til okkara, sigur Fremad Amager venjarin, sum samstundis staðfestir, at felagið hevur góðar royndir við føroyskum spælarum.
Her sipar venjarin til, at Heini Vatnsdal er í felagnum, og at Finnur Justinussen var í felagnum inntil fram ímóti summarsteðginum, tá ið hann gjørdi av at flyta aftur í Víking.
Sambært faroesoccer.com hevur Bárður J. Hansen spælt 179 dystir í Effo-deildini, 27 í steypakappingini og átjan í Europa liguni. Bárður hevur altíð umboðað Víking í bestu deildini, og hann hevur umboðað Føroyar í tveimum A-landsdystum, níggju U-21 landsdystum, fimm U-19 landsdystum og sjey U-17 landsdystum.
Fyrsti landskappingardysturin hjá Fremad Amager í nýggja kappingarárinum í næstbestu donsku deildini verður ímóti Vejle Boldklub á útivølli seinnapartin sunnudagin 24. juli.