Bárður Nielsen er fullkomiliga samdur við Búskaparráðið, tá teir siga, at at konjunktururin má tálmast og at búskaparvøksturin neyvan fer at halda áfram.
Bárður Nielsen sigur, at tí er tað eisini, at teir í fíggjarlógini fyri komandi ár, hava roynt at tikið hædd fyri tí eksplosiva vøkstrinum, sum er í løtuni.
Bárður sigur, at vit mugu hava í huga, hvat tað eru fyri íløgur, sum tað almenna hevur gjørt, men sum nú eru minkaðar. Hann nevnir eitt nú Norðoyatunnilin, sum eina útreiðslu uppá tíggjutals milliónir, men sum nú ikki er.
Bárður Nielsen sigur tó ikki, at hann roknar við at vøksturin steðgar komandi.
– Vit hava ein hákonjunktur í løtuni, men tann eksplosivi vøkstur, vit hava merkt, verður ikki tann sami komandi ár. Vøksturin heldur tó ikki uppat, tí vit koma framvegis at merkja ein lítlan vøkstur næsta ár, heldur fíggjarmálaráðharrin.
Ikki samdur um skattalættan
Bárður Nielsen er samdur við Búskaparráðið um, at konjunktururin má tálmast. Hann er tó ikki samdur við ráðið um, at skattalættin er eitt keðiligt tekin at senda.
– Skattaskipanin í dag er afturúr sigld, og har hevur verið neyðugt við dagføringum, sigur Bárður Nielsen. Hann vísir eisini til tvær útlendskar kanningar, sum stuðla undir hansara sjónarmiðum um, at vit við skattalættanum eru á rættari leið.
Av øðrum atfinningum í frágreiðingini hjá ráðnum stendur, at orsaka av lítla útflutninginum og høga innflutninginum, annað árið á rað hava eitt milliardaundirskot á handilsjavnanum.
– Tað er rætt, men handilsjavnin er ikki altavgerandi, sigur Bárður Nielsen. Hann sær ikki so stórar trupulleikar í stóra innflutninginum, men vísir heldur á, at trupulleikin er at útflutningurin ikki er øktur. Men her er vón fyri betri tíðum, sigur Bárður.
– Tað eru góð útlit fyri einum vøkstri í útflutninginum, og her hugsi eg serliga um alivinnuna, sigur Bárður Nielsen og leggur so aftrat, at hann eisini metir, at innflutningurin fer at minka.
– Vit komu frá nøkrum árum við stagnatión, har fólk hava havt eitt ávíst eftirsleip. Nú hava tíðirnar so verið góðar, og fólk hava gjørt nakrar íløgur meiri enn vanligt, vísir fíggjarmálaráðharrin á og sigur, hesar íløgur fara at hasa av næstu tíðina.
Útgjaldsskipan ella frádráttur
Ein stórur trupulleiki við føroyska búskapinum er rentustuðulin, heldur Búskaparráðið. Teir skjóta upp, at hesin verður avtikin ella skerdur, tí tað er greitt, at rentustuðulin kann gerðast ein stór útreiðsla fyri landskassan.
Bárður Nielsen er tó ikki samdur í, at rentustuðulin skal avtakast. Hann vísir á, at tú eisini í øðrum londum hevur rentustuðul í form av rentufrádrátti, men munurin har í mun til í Føroyum er, at í Føroyum er talan um eina beinleiðis játtan á fíggjarlógini.
Búskaparráðið sigur, at tíðin er komin til, at avdrátturin annaðhvørt má avtakast ella minkast, og meðan Bárður afturvísir eina avtøku av rentustuðlinum, so kann hann tó ikki blankt afturvísa, at rentustuðulin átti at minka.