Hans Pauli Strøm helt fyri, at eingin hevði gjørt sum Bárður, at rýma frá mest ábyrgdarfulla starvinum í Føroyum og loypa yvir í gullrandaða stjórastarvið fyri størsta luftkastelli nakrantíð í Føroya søgu, tað viðgitna Stóratjørn-projektið.
Bárður Nielsen er fyrrverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum og er nú formaður í løgtingsins fíggjarnevnd. Men hann er eisini framvegis stjóri í P/F Stórutjørn. Felagið er til enn, hóast tað tey seinastu fýra roknskaparárini, tað hevur verið til, hevur havt eitt samlað hall upp 2,5 milliónir krónur.
Eginognin er negativ við slakari millión, tí samlaðu virðini eru 10,85 milliónir, meðan skuldin er 11,8 milliónir krónur.
Bárður Nielsen hevur eisini fleiri onnur álitisstørv í Jákup á Dul samtakinum. Hann situr í fýra nevndum umframt at hann er stjóri í P/F SMI Stórutjørn: Nevndarformaður í BR-Leikum, nevndarformaður í P/F Kvettið, nevndarformaður í P/F Skemmuni og nevndarlimur í P/F Jákup á Dul.