Flogbóltur
Bárður B. Mikkelsen skrivaði týskvøldið ein part av føroyskari flogbóltssøgu, tá hann saman við liðfeløgunum úr Holte var við til at vinna donsku steypafinaluna í Flogbólti.
Dysturin, sum varð vístur beinleiðis á Viasat, varð sum sagt leiktur seint í gjárkvøldið, so eftir ein langan busstúr heim, var klokkan so smátt farin at nærkast fýra, áðrenn móðu leikararnir vóru við hús aftur.
Sannur gysari
Tí var tað eisini ein heldur Bárður Mikkelsen, sum tók telefonina mikumorgunin, men kortini var gleiðin um sigurin ikki til fara skeivur í.
- Hatta er so helst nakað, sum tú bara upplivur einaferð. HIK Aalborg hevði fýra ferðir matcbólt móti okkum í fimta settinum, men hvørja ferð kiksaði tað hjá teimum. Vit høvdu eisini okkara møguleikar við trimum matchbóltum, men trijðu ferð eydnaðist tað so, greiðir Bárður frá.
Um sjálvan dystin sigur hann annars, at her var talan um ein sera javnan dyst.
- Vit vunnu tey bæði fyrstu setttini, og vit høvdu eisini sera góðan møguleika at avgera í fjórða settinum, men yvir høvur var talan alla tíðina um jøvn sett. Tað var ongan tíð soleiðis, at eitt sett tóktist avgjørt, áðrenn vit komu onkra staðni upp í 20?ni.
- Eg má tó viðganga, at tá vit taptu fjórða settið, so var tað um reppið, at vit mistu trúnna upp á sigurin. Vit vóru á odda 23-18, men kortini fingu teir vent hesum, soleiðis at farast mátti út í fimta sett.
Og hetta gjørdist sum sagt spennandi. Mistøkini frá báðum liðum vóru nógv í tali. Millum annað misti HIK tveir av sínum dystarbóltum við at serva í netið, og Holte gjørdi tvær ferðir feil í blokkinum, áðrenn tað at enda eydnaðist at sláa seinsta dystarbóltin í gólvið.
Fyrireiking losyti seg
Sum vit hava nevnt nakrar ferðir í seinastuni, so hevur Holte roynt seg við eitt sindur alternativum uppstillingum í seinastu dystunum í grundspælinum. Liðið hevur í heyst mist ein kantspælara, sum er seldur til Portugal, og tá víðari luttøkan í landskappingini longu var tryggjað, varð hildið vera skilabest, um nýggj álopsvápn vórðu vand.
Og hetta hevur eisini givið úrslit. Fyrst og fremst hevur nýggja uppstillingin singnið út uppá at umskúla ein miðspælara til kant, og somikið væl hevur gingist, at hesin sami leikarin eftir dystin týskvøldið varð kosin sum ársins pokal-fightari av donsku ítróttarpressuni.
Óvæntaður eykavinningur
Hetta er fyrsta ferðin í fýra ár, at Holte vinnur donsku steypakappingina. Undan hesum hevði felagið í eitt tíggju-ára skeið verið totalt dominerandi í donskum mansflogbólti við 10 greipusigrum á rað, og tí e einki at siga til, um seinastu fýra árini hava tókst heldur soltin hjá leiðsluni í felagnum.
At kvinnurnar hjá felagnum longu undan mansfinaluni høvdu tryggjað sær sín sigur steypakappingini, mundi ikki gera lagið verri í so máta, og Bárður ivast heldur ikki, tá vit so spurdu, hvussu lagið hevði verið í bussinum.
- Nú var tað kanska dekan ov seint, men sjálvandi var lagið framúr. Eg haldi næstan, at tað var stuttligari hjá leiðsluni enn hjá okkum leikarum, nú liðið endiliga vann aftur. Teir hava roynt og roynt, og nú er liðið so endiliga aftur ovast á sigurspallinum.
- Hjá okkum var tó eisini annað at fegnast um. Steypakappingin verður í ár stuðlað av týska Lufthansa, og teir høvdu ein heilt serligan vinning til liðini. Vinnandi liðið vann nevnliga eisini 17 ferðaseðlar, sum vit kunnu brúka sum okkum lystir, so tað er helst einki at ivast í, at vit øll fara onkra staðni at ferðast, tá landskappingin er av einaferð í vár, sigur Bárður.
Nú klokkan gjørdist so nógv týskvøldið, varð einki hátíðarhald fyriskipað fyri leikarunum, tá ferðalagið kom heimaftur, men fríggjadagin skuldi stór veitsla haldast fyri liðunum báðum. Hesari verður Bárður tó ikki við á, tí longu hósdagin fór hann heim til Føroya at halda jólafrí, áðrenn leiðin beint eftir nýggjár gongur niður aftur. Endaspælið í donsku elitudeildini byrjar annað vikuskiftið í januar.