Bárður Bendix Mikkelsen og Marienlyst Volley eru danskir greipuvinnarnar. Liðið vann danska meistaraheitið í flogbólti mikukvøldið. Danska meistaraheitið verður avgjørt við best av fimm finaludystum. Mótstøðuliðið var Middelfart VK, sum Marienlyst vann á í steypafinaluni.
Marienlyst vann fjórða finaludystin mikukvøldið. Framman undan hevði liðið vunnið tveir finaludystir, og Middelfart ein.
Merkisvert var tað, at Marienlyst hevði verið aftan fyri við 0-2 í øllum fýra finaludystunum. Tríggjar ferðir eydnaðist at venda dystinum.
Bárður Bendix Mikkelsen er hjálparvenjari hjá Marienlyst Volley.