Bárður E. Ellendersen vart ph.d.-ritgerð

Granskingarøkið var nervafrøði og lívfrøði

Bárður Eyjólfsson Ellendersen hevur vart ph.d.-ritgerð týsdagin 22. januar. Ritgerðin snýr seg um samanhangin millum heilavirksemi og atferð hjá bananflugum, serliga í sambandi við paring. Granskingarøkið var nervafrøði og lívfrøði, og verkætlanin er framd á Institut for Molekylærbiologi og Genetik á Aarhus Universitet.

 

Høvuðsvegleiðari var Anne von Philipsborn, lektari, og hjávegleiðari Duda Kvitsiani, lektari. Báðar starvast á Institut for Molekylærbiologi og Genetik á Aarhus Universitet.

 

Í metingarnevndini vóru:

 

Maria Luísa Vasconcelos, leiðandi granskari á Champalimaud Neuroscience Programme, Champalimaud Foundation, Portugal. Björn Brembs, professari á Faculty for Biology and Pre-clinical Medicine, University of Regensburg, Tyskland. Ernst-Martin Füchtbauer, lektari á Institut for Molekylærbiologi og Genetik, Aarhus Universitet, formaður

 

Granskingarráðið skrivar, at verjan gekk væl.

 

- Metingarnevndin segði bæði í metingini undan verjuni og eftir verjuna, at talan er um eina sera góða og væl skrivaða ritgerð við spennandi úrslitum.

 

 

Kelda: Granskingarráðið