Bárður dagsins maður í Roskilde

Eftir at hava havt smálutirnar ímóti sær eydnaðist tað endiliga hjá mansliðnum hjá Fortunu at vinna ein dyst. Á útivølli vunnu teir móti Roskilde, og Bárður Mikkelsen gjørdist dagsins maður

Tað hevur leikað eitt sindur misjavnt á hjá teimum føroysku leikarunum í donsku meistaradeildini í flogbólti, elitudeildin kallað.

Hjá monnunum hevur gingist Bárði og hansara monnum úr Fortunu illa í hond fyrstu tíðina og serliga er tað tí, at smálutirnir eru ikki falnir teirra veg, tá á hevur staðið.

Um vikuskiftið var Fortuna í Roskilde og spældi og hesaferð glapp.

Teir vunnu ein lættan 2-0 sigur, sum ongantíð var í vanda.

Bárður Mikkelsen, sum spælir hevari hjá Fortunu, spældi allan dystin móti Roskilde, og hann gjørdist dagsins maður.

Umframt tað slapp hann at spæla mest merkisverda bóltin, tá hann rann langt aftur um baklinjuna eftir einum bólti, sum hann saksasparkaði yvir um netið. Ikki hissini avrik hjá tí fyrrverandi Framleikaranum, sum trívist væl í danska felagnum.

Bárður og Fortuna fingu við sigrinum eitt sindur av luft til botnin. Teir liggja nú á sætta plássi við seks stigum eins og Skovbakken hevur tað. Fremst er HIK Ålborg við 14 stigum, og teir eru næsta mótstøðuliðið hjá Bárði og teimum.


Gudrid og tær

vunnu tepurt

Hjá kvinnunum gongur av sonnum eitt sindur ymiskt hjá teimum báðum »føroysku« liðunum.

Fortuna hevur 10 stig, og kann um alt háttar sær eftir vild, spæla seg í endaumfari, men hjá Alvildu og Anniku ræður nú meira um at bjarga lívinum í deildini. TV55 hevur bara tvey stig og liggur niðast í deildini, men ein uggi er tað tó, at tvey onnur lið eisini hava bara tvey stig.

Tað var móti øðrum teirra, Gudrid Nolsøe og Fortuna leiktu móti í dag. Men hóast Skt. Jørgenskvinnurnar bara hava tvey stig, so vildu tær ikki á nakran hátt geva seg uttan dyst.

Tí máttu Odensedámurnar stríða seg til sigurs í Keypmannahavn, og tað eydnaðist eisini.

Fortuna vann dystin 2-1 og varðveitir møguleikan fyri at koma við í endaumfari, sum avgerð hvør verður Danmarksmeistari.

Við sigrinum sunnudagin er Fortuna á fimta plássi við tíggju stigum.

Eins og menninir hjá Fortunu fáa kvinnurnar eisini vitjan úr Ålborg komandi vikuskiftið.

Tær skulu spæla móti HIK, sum hevur eins nógv stig og Fortuna hevur, og tað er tí einki at ivast í, at Fortuna vil vinna tann dystin og leggja seg á fjórðapláss, sum gevur atgongd til endaspæli.

Alvilda og Annika mugu síggja harðari tíðir fyri framman, tí tær skulu berjast fyri lívinum í bestu deildini.

Tað verður eftir øllum at døma við nýggjum venjara, tí tann gamli hevur fingið sekkin eftir vánaligu úrslitini.