Tað skramblaði saman hjá Víkingi í gjár í dystinum móti NSÍ, tá venjarin noyddist at skifta Bárð Hansen og Sølva Vatnhamar út tíðliga í seinna hálvleiki.
Støðan í dystinum var tá 2-1 til Víking, og NSÍ fekk av álvara takið á dystinum, tá teir báðir leikararnir vóru skiftir út.
Men skaðar vóru avgerandi fyri, at báðir leikararnir fóru av vøllinum. Meðan Sølvi Vatnhamar hevði trupulleikar við lærkrikanum, var Bárður J. Hansen so mikið óheppin, at hann breyt sær hondina.
Bárður J. Hansen hevur í dag verið á landssjúkrahúsinum, har hann hevur fingið gips um hondina. Bárður J. Hansen greiðir frá.
- Eitt bein í hondini er brotið. Vit royndu at binda tað inn við tape til dystin í gjár, men tað hjálpti ikki.
- Í løtuni er hondin bundin inn í gips, men vit arbeiða við at fáa ein lógligan skinnara á, soleiðis at spæla skjótast gjørligt aftur. Eg veit tó ikki um eg kann spæla komandi vikuskiftið.
Víkingur spælir í seinasta dystinum undan summarsteðginum móti TB við Stórá í Trongisvági. Dysturin er sermerktur á tann hátt, at við róðrið hjá TB nú stendur fyrrverandi Víkinga venjarin, Sigfríður Clementsen.