Bárður bestur í Týsklandi

Barnabók hjá føroyingi fær heiðurliga umtalu í Týsklandi

Týska blaðið Die Zeit og útvarpsrásin Radio Bremen kjósa bestu bókina hvønn mánað í árinum, og hesaferð er valið fallið á barnabók hjá einum føroyingi.
”Tann flata kaninin” eftir Bárð Oskarson er vald burtur úr rúgvuni og fær heiðurligt viðmæli frá týsku miðlunum.
Á týskum eitur bókin Das Platte Kaninchen, og hon varð send á marknaðin í februar mánaði. Ummælini hava verið sera góð, og við Kringvarpið segði Bárður, at ein heiður av hesum slagnum sjálvandi kann verða ein góð lopfjøl. Bæði til stóra týska marknaðin, men so sanniliga eisini til restina av Europa.