Bárður Bendix Mikkelsen venjari hjá Marienlyst

Bárður, sum hevur spælt 77 landsdystir við føroyska flobóltslandsliðnum, verður hjálparvenjari hjá Marienlyst við ábyrgd fyri U21 liðnum og aðrudeildarliðnum hjá felagnum.

 

Í tíðindaskrivi sigur felagið, at Báður í fleiri kappingarár hevur verið hevari hjá felagnum og vunnið fýra meistaraheiti. Í løtuni er Bárður hjálparvenjari hjá U17 landsliðnum.

 

Venjaraliðið hjá felagnum er nú Mikkel Hauge, sum er høvuðsvenjari, Kaj R. Jeppesen, sum er hjálparvenjari, Jacob Nielsen, sum er fysiskur venjari og so Bárður Bendix Mikkelsen, sum er talentvenjari.

 

- Tað verður ein stór avbjóðing hjá mær at standa liðnum so nær og at vera við til at menna ungu talentini í Marienlyst, sigur Bárður Mikkelsen.

 

- Eg kenni felagið væl frá míni tíð sum leikari, og eg vóni, at eg við mínum royndum frá fleiri enn 400 dystum kann geva nakað víðari til ungu fólkini í felagnum, sigur hann.

 

Jens Gantriis, stjóri í Marienlyst, sigur, at tey hava leingi leitað eftir einum venjara við bæði royndum sum spælari og venjari.

 

- Tað hava vit heilt víst fingið við Bárði Mikkesen. Vigt hava í ár nógv ung talent í elituliðnumhjá okkum, og eisini U21 hevur potentiellar elituleikarar, so tað er av stórum týdningi, at vit leggja dent á hetta í okkara venjingum, sigur Jens Gantriis.