Bárður: AB átti minst tvey brotsspørk (FM1)

(FM1) Liðskiparin hjá AB, Bárður Olsen heldur, at AB fær ikki dømingarnar við sær. Hoyr hann seta orð á 1-2 tapið móti B36

AB gav aftur B36 ein skarpan gang, eins og teir gera í teimum allarflestu grannauppgerðunum móti B36, og í dag var sera nær við, at argjamenn fingu ein 2-2 javnleik móti dystarenda, men Bjarki Nielsen tók ikki av málmøguleikanum.

Um dystin skrivaði Jóannes Hansen á in.fo fyrr í kvøld: - Bárður Olsen legði AB framum við frísparki úr 45 metrum. Tað var longu í 8. minutti. Seks minuttir seinni javnaði B36. Eftir fríspark og eitt sindur av aftur og fram datt bólturin fyri føturnar á Michal Przybylski, sum eitt sindur úr vinstru og úr tíggju metrum smekkaði bóltin í málið. Lítla løtu eftir steðgin skoraði Brian Jakobsen sigursmálið. Árni Frederiksberg legði innfyri úr høgru, bóturin tók í tvørtræið og datt fyri føturnar á Briani Jakobsen, sum skoraði. Hann var í dag millum teir fyrstu ellivu eftir fleiri tær seinastu ferðirnar at hava verið á beinkinum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu Bárður Olsen í sonnum "Beckham-stíli" legði AB á odda 1-0. Tróndur Arge segði frá málinum á FM1.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan hjá AB, Bárð Olsen, ið heldur, at AB átti tvey brotsspørk ímóti B36 í dag. Bárður Olsen heldur, at AB hevur torført við at fáa dømingarnar við sær hetta kappingarárið, og hann heldur, at hetta endurtók seg í dag. 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá báðum málunum hjá B36, og samrøðuna Tróndur gjørdi við Jákup á Borg, høvuðsvenjara hjá B36. 

 

 

(Málið hjá Bárði Olsen og samrøða við Bárð Olsen)