Mikukvøldið sendi AB á útivølli NSÍ úr kappingini um løgmanssteypið.
Í dag hevði AB aftur møguleikan at skelka NSÍ á heimavølli, men eydnan var ikki AB líka blíð. NSÍ vann 2-0, og argjafólk iðra seg serliga um fyrra málið, ið var eitt skot hjá Árna Frederiksberg ið fór framvið Heðin Stenberg í málinum.
Royndi miðvallarin hjá AB, Bárður Olsen er sera vónbrotin. Hann heldur, at talan var um enn ein tættan dyst har marginalarnir ikki vóru við AB.
Bárður Olsen vónar, at gongdin vendir skjótt so AB fær marginalarnar við sær í komandi dystinum ímóti HB á útivølli.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Bárð Olsen.
Samrøðan Rás2 gjørdi við miðvallaran hjá NSÍ, Árna Frederiksberg hoyrist HER