Býráðsvalið á Tvøroyri 2004

  

Hans Sørensen

????
Aftur hesaferð stillar Javnaðarflokkurin upp til býráðsval. Á listanum eru 11 valevni, av teimum eri eg ein teirra, sum stillar upp fyri fyrstu ferð.
Eg ætli mær í býraðið við einum opnum og positivum sinni, har øll mál sum koma fyri skulu avgreiðast skjótt og »professionelt«. Tey skulu ikki vaksa i eini skuffu.
Eg vil seta mær sum mál, at Tvøroyrar kommuna skal fáa heitið sum tann best røkta kommunan í landinum. Eg vil arbeiða fyri, at ein og hvør, sum her býr, skal vera stoltur av at vera tvøramaður/kvinna; tað verði seg innan fyri ítrótt, mentan og ikki minst sum vinnulívsfólk.
Alt hetta gerst ikki eftur einum degi, men tað skal vera ein málsetningur hjá mær. Eg veit væl, at Tvøroyrar kommuna ikki er tann sterkasta kommunan reint fíggjarliga, men har ein vilji er til staðar, har ber alt til, og soleiðis skal tað eisini verða, um eg fái mín fót innan býráðsins gátt. Eg vil heita á tvørafólk um at fara á val og ikki hugsa alt ov nógv politiskt, hetta er eitt býráðsval, har tey fólk sum vald verða, mugu standa saman sum ein maður fyri at fáa so nógv sum møguligt burtur ?r, og er tað mín vón, at tað verða nógv nýggj ung fólk, sum koma at stýra okkara kommunu tey næstu fýra árini. Farið á val og setið ein kross fyri Hans Sørensen og tit kunnu verða vís í, at tit hava gjørt eina rætta gerð.
Gott val.