Skal man fara at brúka tíð og orku uppá tílíkt, tá ið nokk er at gera framman undan? Hinvegin hugsaði eg, at tað als ikki átti at verði nakar trupulleiki, tí tey flestu, ið stilla upp til eitt býráðsval, vilja kommununi tað besta, hvussu hetta arbeiði so skal gerast, fer væl altíð at skapa nakrar ósemjur.
Mín avgerð gjørdist skjótt heilt greið: JA! Og tað eru tað nógvar ymiskar orsøkir til.
Fyrst haldi eg, at okkurt má gerast við, at í fólkamunni eitur tað:”TEIR” í kommununi-hóast tað situr ein skilagóð kvinna í býráðnum. Vit mugu vera fleiri konufólk, sum eru við at taka avgerðir, ikki tí vit er betri enn mennirnir, men tað er altíð gott við eitt sindur av javnvág í. Tá ið tað er sagt, eru tað ógvuliga nógv onnur viðurskifti, ið spæla inn, tá ið tað kemur til kommunalpolitikk. Eg kann sjálvsagt bert tosa fyri meg og tað sum eg meti vera eitt týdningarmikið grundarlag fyri at reka kommunalpolitikk. Nógvar ungar kvinnur halda seg aftur at fara uppí politikk, tí tær hava smábørn og fulltíðarstarv, men eg haldi ikki, at tað nýtist at vera ein vansi, heldur ein fyrimunur, tí tá brennir ein fyri at arbeiða fyri at kommunan framhaldandi skal verða eitt gott og mennandi stað hjá børnunum at vaksa upp. Hetta skal vera eitt stað, sum í framtíðini fer at eita suðuroyar kommuna, ið ungar barnafamiljur streyma til, tí her er so gott at vera!
Eins og í skúlahøpi, har tann einstaki næmingurin skal vera í miðdeplinum, skal hvør einstaki borgari eisini vera í miðdeplinum. Tað skal vera soleiðis, at um tú spyrt hvønn einstaka borgara, um hon/hann eru nøgd/ur við viðurskiftinið, ið kommunan
varðar av, so skal svarið vera 100 % ja!!
Eru m.a viðurskiftini hjá dagrøktini í lagi? Um nei, so skal arbeiðast uppá at finna eina haldbara loyst-og tað veit eg arbeitt verður við. Ella viðurskiftini í vøggustovuni og barnagarðinum, eru tey í lagi? Hava skúlabørnini skúlagarðar, ið eru við til at menna næmingarnar? Hvussu hava tey eldru tað í kommununi? Hvussu kundi ein vaksið um inntøkurnar hjá kommununi o.s.fv.
Í heila tikið hevði eg viljað arbeitt hart fyri trivnaðinum hjá tí einstaka. Ljóðar eitt sindur sum ein “kliche”, men tað ber altso til.
Byrja kundi m.a. við at nýta heimasíðuna hjá kommununi sum samskiftislið við borgararnar. Tað skal vera soleiðis, at øll í kommununi skulu kunna fara inn á hesa heimasíðu, og síggja hvat fyriferst í kommununi. Fundarfrásagnir frá býráðsfundum skulu m.a.liggja har. Ein kjak síða skal vera har soleiðis, at um onkur hevur eitthvørt at spyrja um ella klaga um, skal hetta svarast og viðgerast eftir nøkrum fáum døgum- av serkønum fólki.
Virðing og eitt gott samskifti við borgararnar eru ógvuliga týdningarmiklir grundsteinar fyri at fáa eina vælvirkandi kommunu. Hetta eru nøkur av mínum hjartamálum, sum eg hevði viljað arbeitt fyri, um eg hevði fingið tann heiður at verða vald inn í býráðið 11. nov.










