Í samband við kommunuvalið skipar SMS fyri ymiskum kvøldartiltøkum á Torginum, 25. oktober, 4. november og 7. november.
Fyrsta tiltakið byrjar týskvøldið, í annaðkvøld, klokkan 19.30. Evnið til hetta tiltakið er, borgarstjórarnir og tingið.
Nógv kjak hevur verið undan kommunuvalinum hesaferð um, hvønn leiklut borgarstjórarnir í teimum 29 kommununum hava.
Hvør er munurin at sita við ovastu leiðsluni í stóru og meðalstóru kommununum og í einum av teimum heilt smáu kommununum?
Og er tað soleiðis, at tað er rætt, at ein borgarstjóri, sum situr fulla tíð fyri fulla løn eisini kann sita í Løgtinginum, sum er evsta lóggevandi valdið í landinum.
Á fundinum verða borgarstjórar spurdir um hesi viðurskifti fyri at vita, hvat teir sjálvir halda um hesi viðurskifti.
– Vit fara eisini at tosa um, um tað eru býráðini, sum skulu avgera um borgarstjórarnir hava ein dupultan leiklut – ella um lóg skal gerast fyri hesum.
Møguleikarnir eru nógvir og meiningarnar eru ymiskar, men kom á Torgið í SMS og set borgarstjórunum spurningar.
Signar í Homrum fer at gera løtuna hugnaliga við nøkrum av sínum fólkakæru sangum.
Árni Gregersen verður orðstýrari í hesum spennandi orðaskifti.