Eg havisitið í Kollafjarðar bygdarráð seinastu fýra árini. Tá hetta valskeiðið er runnið, siga vit farvæl til heitið og stovnin Kollafjarðar Bygdarráð, nú skulu vit venja okkum at siga Býráðið, tá vit tosa um kommunal viðurskiftir. Soleiðis broytist.
Nú skulu vit hyggja frameftir við treysti og vón. Vón um eitt tíðaskeið við framburði. Eitt tíðarskeið við betraðum umstøðum hjá teimum sum mangla pláss til barnaansing. Eitt tíðarskeið har hølisviðurskiftini í skúlanum gerast betri. Har vegurin til og úr skúla gerast tryggari. Har trivnaðurin økist.
Millum onnur eru hetta mál vit kunnu og skulu arbeiða fyri, bæði á Argjum, í Havn, í Hoyvík, Kaldbak og Kollafirði ? í nýggju Tórshavnar kommunu.
Tí sigi eg ja til at vera valevni til býráðsvali 2000.
Terje Davidsen
valevni á listanum
hjá Sambandsflokkinum
til býráðsvalið 2000