"Tann nakni sannleikin".
Tað verður heitið, tá politiskur valfundur verður í hitarúminum í Svimjihøllini í Havn morgunin fyri býráðsvalið.
Fýra valevni, sum javnan taka lut í dagligu, heitu "saunadebattini", verða við, Bogi Andreasen, Kaj Leo Holm Johannesen, Jógvan Arge og Tróndur Sigurðsson.
Teir fara at endavenda øllum aktuellu málunum og - eins og prinsurin, sum í 12. øld legði fram sínar vísu steinar fyri tí klóka Morienusi í Jerusalem - at leggja fram tann nakna sannleikan fyri áhoyrarunum.
Eingin skrá er fyri fundin. Tann, sum tosar mest og harðast uttan at verða biðin um at halda kjaft, fær mestu talutíðina.
- Fundurin heldur á so leingi, sum menn orka - ella til Rúna ella Helena rópa fundarfólkið upp. Væntandi fara valevnini at bjóða ein kopp av kaffi í kaffistovuni eftir politiska sauna-fundin.
Hetta stendur at lesa á Facebook-síðuni - Tann nakni sannleikin - í kvøld.










