Býráðsval 2008 – Valskrá IV

Tíðindaskriv

Sjálvstýrisflokkurin stillar upp til býráðsvalið í Tórshavn. Valfelagið hjá Sjálvstýrisflokkinum hevur í gjørt at tryggja at fólk fáa sama politikk uttan mun til, hvør verður valdur, og fyri at fyrireika og útbúgva valevnini til miðvíst býráðsarbeiði.

 

 

Sjálvstýrisflokkurin á Streymoynni stillar upp fýra valevni til býráðsvalið í Tórshavn 2008.

 

Sjálvstýrisflokkurin sendur uppundir valið valblað út í Tórshavn.

 

Í blaðnum eru valskrá og boðskapur frá valevnum, valfelag og stillarum.

 

Sjálvstýrið væntar at til ber – við veljarans vælvild – at fáa tvey umboða vald í Tórshavnar Býráð.

 

Valskráin í Tórshavn er í fimm punktum.

 

 

Útbúgving

Umhvørvi

Umsorgan

Umskipan

Vinna

 

Fjórða útgreiningin er av umskipan:

 

 

Umskipan

Skil á kommunalu fyrisitingina

Beinleiðis valdan borgmeistara

Breiðar semjur heldur enn samgongu móti andstøðu

Samanleggingar eftirmetast

Fleiri býráðslimir

 

 

Í Tórshavnar kommunu skal borgmeistarin ikki býta út hvørt grundstykki og hvørja grindalykkju. Rættarstøðan skal ikki valdast, hvønn tú kennir. Greiðari mannagongdir, betri alment innlit, fullgóð kunning á heimasíðu, betri grundgevingar og greiðir kærumøguleikar skulu skipast.

 

Borgmeistarin eigur at vera beinleiðis valdur at standa á odda fyri útinnandi valdinum hjá kommununi. Um hetta ikki verður skipað beinleiðis í kommunulógini, skal nývalda býráðið skriva út vegleiðandi fólkaatkvøðu beint eftir býráðsvalið.

 

Valda býráðið skal umrøða øll mál nøktandi og royna at finna breiðar og varandi semjur, uttan nakra djúpa gjógv ímillum samgongu og andstøðu.

 

Bygdunum uttanum Havnina má tryggjast nóg gott tænastustøði og viðvirkan í politisku tilgongdini. Tí mugu samanleggingarnar eftirmetast og tær fólkavaldu lokalnevndirnar styrkjast.

 

Tórshavnar kommuna eigur at hava fleiri býráðslimir. Skal kommunan hava nærdemokrati, má í minsta lagi ein býráðslimur vera fyri hvørjar túsund íbúgvar.