Eg meini tað! Kvinnulisti var komin undir land stóð í bløðunum!
Tað næsta, tú frættir, er at politiskur flokkur søkir eftir kvinnum at koma á lista teirra til býráðsvalið.
Hvat er galið? Hví er knappliga so lítil áhugi? Tað eru helst fleiri orsøkir til tess!
Mín meining er, at eingin áhugi er fyri politikki. Bert tá fólk koma fram og siga, at tað er skomm, at so fá konufólk eru í býráði og á tingi. Hvør hevur skuldina? Tað lati eg lesaran finna út av.
Men ein orsøk er, ið hvussu er tann, at tey seinastu árini hevur verið ófantaliga illa atborið.
Mátin, sum politikarar hava viðgjørt ymisk mál, er undir alt lágmark ? eitt nú tey gomlu í samfelagnum. Hvussu nógv tað kostar samfelagnum o.s.fr., samstundis sum løgtingsmenn hækka sínar egnu lønir, samstundis sum teir geva verkafjøldini skyldina fyri allar landsins ólukkur, tá tey nýta sín rætt ? verkfallsrætt ? at kvinka verkamannalønirnar upp!
Ein onnur orsøk er, at veljararnir eru luft fyri politikarum, tá teir fyrst eru valdir ? inntil næsta val, tá biðja teir góðan dag! Hvussu hevur familjan tað?
(Til et økseskaft)!
Um tú roynir at koma í samband við hesar í valperioduni, so hava teir ikki tíð, hóast tú spyrt, um tey ikki kunnu ringja, tá tey hava tíð.
Veljarafeløg
Hvussu nógv gera tey millum valini?? Eg havi havt stóran áhuga fyrr, og havi havt nógvar góðar og hugnaligar løtur í mínum veljarafelag, »det var dengang«!
Sjálv haldi eg, at tað hevði verið best, um lív kom í veljarafeløgini, og lat tey sleppa framat, sum høvdu hug og vilja at fáast við politikk, so hevði ikki verið neyðugt at lýsa eftir konufólki. Álvaratos, hvar enda vit?