?Smyril skal sigla ímillum Suðuroynna og Havnina tvær ferðir hvønn dag-alt árið.
Hetta er boðskapurin frá teimum báðum býráðunum í Suðuroynni til fíggjarnevnd løgtingsins.
Býráðið í Vági og á Tvøroyri hava tí sent fíggjarnevndini eitt bræv, har heitt verður á hana um at hækka játtanina til suðuroyarsiglingina so at Smyril kann sigla ímillum Havnina og Suðuroynna tvær ferðir um dagin, hvønn dag, alt árið.
Hesa áheitanina er so ætlanin at fíggjarnevndin skal taka við í viðgerðini, nú hon fær fíggjarlógaruppskotið fyri næsta ár til viðgerðar.
Í fjør sendi Tvøroyrar Býráð fíggjarnevndini eina sama slag áheitan
Og Páll Vang, býráðsformaður, gevur hesum æruna fyri, at játtanin til suðuroyarsiglingina hækkaði so frægt í ár, at tað bar til at sigla tvær ferðir ímillum Havnina og Suðuroy eisini mánadag og hósdag í alt summar.
Hesir túrarnir komu afturat dupulttúrunum, sum frammanundan vóru mikudag, fríggjadag, leygardag og sunnudag í summar.
Má ikki hækka
Annars átalar Páll Vang ætlanina at hækka ferðaseðlaprísin og farmagjaldið hjá Strandferðsluni, sum ætlanin er, tí at játtanin er ov lág.
?Tosað hevur verið um at hækka prísin á ferðaseðlum einar 10 krónur, umframt at farmagjaldið verður dýrari.? Men suðuroyingar mugu gera púra greitt, at tað verður ikki góðtikið.
? Í løtuni verða suðuroyingar viðfarnir sum triðjafloks borgarar. Og sleppur Strandferðslan at hækka prísirnar, hava løtingslimir og landsstýrismaður bitið høvdið av allari skomm, sigur Býráðsformaðurin á Tvøroyri.
Hann sigur, at gongdin í prísunum má verða tann beint øvugta, tí tað er neyðugt at lækka prísirnar, skal útjaðaranum verða lív lagað. Endamálið má sjálvandi vera, at tað til seinast verður ókeypis at sigla við Strandferðsluni og at flyta frakt. Tí fyri mær er eru ferjurnar ikki øðrvísi enn landsvegirnir norðanfjørðs.
? Men norðanfyri kann farmur sendast norðast úr Eysturoynni til syðst á Streymoy fyri onki. Men tað kunnu tey, sum skuu brúka skipini, ikki.
Og eitt húski úr Eysturoy, tvey, vaksin og tvey børn, sum skulu úr Fuglafirði til Havnar í bili, gera tað fyri onki, hóast tey bæði brúka veg, brúgv og berghol, men eitt húski úr Suðuroy skal betala 520 krónur.
? Hetta er ikki javnrættur. Og at hækka farmagjaldið er steinur omaná byrðu hjá vinnulívinum í útjaðaranum og ger kappingarførið enn verri.
Eitt nú veit hann dømi um eitt alibrúk í Suðuroy, sum hevur 850.000 krónur meiri í útreiðslum um árið enn eitt alibrúk í meginøkinum hevði.Tí má løgtingið játta neyðuga peningin og áleggja landsstýrismanninum at nokta Strandferðsluni at hækka prísirnar.
? Manglar peningur, kann hann útvegast við at hækka ferðaavgjaldið á flogvøllinum 80 krónur, tí tað gevur átta milliónir, uttan at nakar leggur merki til tað.