Býráðspolitikarar um Hoyvíkshøllina: Kenna einki til lægri tilboð

Eitt lægri tilboð uppá bygging av venjingarhøllini í Hoyvík hevur hvørki verið fyri byggi- og býarskipanarnevndina ella bygginevndina. Fíggjarnevndin kennir heldur einki til lægri tilboð.

? Avgerðirnar hava verið tiknar út frá teimum tilmælum, sum umsitingin hevur lagt fram, siga tveir nevndarformenn

Í seinasta blað varð skrivað, at byggi- og býarskipanarnevndin hevði eitt lægri tilboð uppá bygging av venjingarhøll í Hoyvík, men Heðin Mortensen, formaður, sigur seg ikki kenna til eitt samlað tilboð frá KJ Smíð, sum er tvær milliónir lægri, enn tað fer at kosta at byggja høllina. Byggi- og býarskipanarnevndin kundi sostatt ikki mæla fíggjarnevndini til at taka av tilboðnum frá KJ Smíð, tí tað hevur ikki verið lagt fram.

Formaðurin í bygginevndini, Kaj Leo Johannesen, hevur heldur ikki frætt nakað um eitt lægri tilboð.

Starvsfólk í umsitingini hava eftir øllum at døma mælt til at hyggja burtur bæði frá samlaða tilboðnum frá KJ Smíð uppá 9,8 milliónir og tilboðnum uppá jørð, kloakk og betong, sum var 200.000 krónur lægri enn tað hjá Byggitek, sum fekk arbeiðið. Orsøkin skal vera, at Kristen Johansen ikki er limur í Handverksmeistarafelagnum.


Kenna einki

- KJ Smíð vórðu útilokaðir beinanvegin, tí teir ikki uppfyltu treytirnar um at vera limur í Handverksmeistarafelagnum, vórðu boðini, sum vit hava fingið frá umsitingini, sigur Heðin Mortensen.

Tað vísir seg tó nú, at annar av monnunum í KJ Smíð er limur í Handverksmeistarafelagnum. Grundgevingin fyri ikki at taka av lægsta tilboðnum frá KJ Smíð er tí ikki skottrygg.

? Vit lata umsitingina kanna øll viðurskifti, og so verða tey løgd fram fyri okkum politikarar, sum síðani taka støðu, sigur Heðin Mortensen.

? Eg kenni einki til eitt tilboð frá KJ Smíð uppá 9,8 milliónir. Hetta er nakað nýtt, sum fyriliggur í málinum. Er tað nakað, sum vit hava gjørt skeivt, so má málið takast uppaftur, sigur Heðin Mortensen.

Málið er farið til sakførara, og býráðið er stevnt fyri at hava brotið bæði lisitatiónslógina og umsitingarlógina, sigur Kristen Johansen.

Formaðurin í bygginevndini, Kaj Leo Johannesen, sigur seg skilja málið soleiðis, at tað er ikki juridiskt bindandi at taka av lægsta tilboðnum.

- Eg kenni einki til eitt tilboð uppá 9,8 milliónir. Tað havi eg ikki sæð, sigur Kaj Leo Johannesen.

- Eg blandi meg ongantíð uppí smálutirnar í einum máli. Vit fáa ráðgeving frá umsitingini um viðurskiftini, og so taka vit støðu út frá tí, sigur Kaj Leo Johannesen.

Stóri spurningurin er so, hvar tilboðið hjá KJ Smíð er blivið av. Býráðið má lata slakar 11,8 milliónir fyri høllina, meðan KJ Smíð sigur seg kunna gera tað fyri 9,8.


Byggitek leggur seg ikki úti málið

Formaðurin í Føroya Handverksmeistarafelag og eigari av Byggitek, Tummas Sørensen, sum fekk arbeiðið, hevur ongar ætlanir um at leggja seg útí málið.

? Hetta er ikki okkara mál, men býráðið má taka sær av tí. Annars havi eg als onga viðmerking til málið, sigur Tummas Sørensen.

Tummas noktar tó fyri at hava verið handan leiktjaldið og gjørt avtalur fyri at tryggja Byggitek arbeiðið.