Býráðslimur vil banna oljufýrum

Elsa Berg, býráðslimur fyri Tjóðveldi í Havn, vil hava býráðið at viðgera orkuskifti hjá húsarhaldum í Tórshavnar kommunu

Og hetta málið var á skránni á býráðsfundinum í kvøld.

Hon skjýtur upp, at kommunan fer at arbeiða við málinum “orkuskifti hjá húsarhaldum í Tórshavnar kommunu” og at umsitingin í hesum sambandi fer at kanna, hvussu hesi átøk kunnu setast í verk í Tórshavnar kommunu:

1)         at oljufýrar ikki verða loyvdir, tá nýggjar útstykkingar verða gjørdar.

2)         at kommunan raðfestir upplýsing og ráðgeving til orkuskifti.

3)         at oljufýrar skulu skiftast út innan eitt ávíst áramál. Dentur skal leggjast á, hvussu fíggjarliga sperdar familjur kunnu vera við í hesum orkuskiftinum.

– Heimurin er í eini veðurlagskreppu. Vit síggja og merkja tað, og granskarar staðfesta tað. Kreppan er mannaskapt, og loysnirnar liggja tískil eisini í okkara hondum – lukkuvís.

– Upphiting av bygningum stendur fyri áleið 10% av samlaða útlátinum í Føroyum. Loysnir á økinum eru tøkar, og seta vit átøk í verk fyri at skunda undir orkuskiftinum í kommununi, vil hetta koma umhvørvinum, samfelagnum og borgarunum til gagns, verður sagt í grundgevingunum tikl málið.

##med2##

Víst verður eitt nú til:

– Heimsmálini

– Umhvørvispolitikkin hjá Tórshavnar kommunu

– Orkupolitikkin hjá Tórshavnar kommunu

Eisini verður upplýst í málinum, at umhvørvispolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu “Grøna Leiðin” hevur m.a. hesi mál:

1) at allur hiti og streymur kemur frá varandi orku í 2030

7) at útlátið av vakstrarhúsgassi skal vera 50% lægri í 2025 samanborið við 2016

Í orkupolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu er m.a. ásett, at Tórshavnar kommuna vil (saman við hinum norðurlendsku høvuðsstøðunum):

1)         “...ganga á odda í bardaganum móti veðurlagsbroytingum” 

2)         “...taka avgerandi stig á leiðini at minka útlátið av vakstrarhúsgassum”

Málið er, at minka útlátið av vakstrarhúsgassi niður um tey mál, ið londini hava sett hvør í sínum lagi.

Yvirskipað endamál hjá Tórshavnar kommunu er at minka útlát av CO2 við at minka um orkunýtsluna og at leggja um til grønar orkukeldur.

Umhvørvis- og orkupolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu er í høvuðsheitinum um kommununa sum virkið og ikki um kommununa landafrøðiliga.

Tekniski stjórin hjá Tórshavnar kommunu og leiðarin á byggi- og umhvørvisdeildini mæla til, at nevndin tekur støðu til um umsitingin skal arbeiða víðari við málinum “orkuskifti hjá húsarhaldum í Tórshavnar kommunu” og gera tær kanningar sum eru nevndar omanfyri.

Náttúru- og umhvørvisnevndin viðgjørdi málið 13. apríl 2021: Ein meiriluti, Bjørg Dam, Súna Mørk og Annfinn Brekkstein, vísir á, at samgongan arbeiðir við málinum, sum verður lagt fyri nevndina aftur.

Ein minniluti, Elsa Berg og Gunvør Balle, ynsktu málið fyri býráðið, og tí varð málið viðgjørt á býráðsfundinum í kvøld. Atkvøtt varð um uppskot frá Bjørg Dam um at beina málið aftur í náttúru- og umhvørvisnevndina, ið varð samtykt við 11 atkvøðum fyri, tveimum blonkum atkvøðum og ongari ímóti.

Fyri atkvøddu: Heðin Mortensen, Annfinn Brekkstein, Tróndur Sigurðsson, Kristianna Winther Poulsen, Kári Johansen, Súna Mørk, Bjørg Dam, Jákup Dam, Kristian M. Skála, Birgir Nielsen og Ruth Vang.

Blankt atkvøddu: Elsa Berg og Gunvør Balle.